Jóannes Bjartalíð longt sáttmálan við KÍ

15. august 2019

Í kvøld hevur klaksvíksstjørnan longt sáttmálan við barndómsfelagi KÍ.

Bjartalíð hevur undrskriva ein 2 ára sáttmála og eru vit í Klaksvíkar Ítróttarfelag ómetaliga glað fyri tað.

Bjartalíð hevur verið ein sera týðandi leikari fyri KÍ síðan hann kom á besta liðið. Vit minnast øll árið hjá Bjartalíð í 2016, tað var ótrúligt. Í ár stendur hann einki aftanfyri og hevur høvðusvenjarin Mikkjal Thomasen eisini útala seg um at Bjartalíð er nógv sterkari í ár enn hann nakrantíð áður hevur verið.

Jóannes Bjartalíð hevur eftir 16 dystir í Betri Deildini skoti 12 mál.


Seinastu tíðindi

U15 gentur steypavinnarar
21.09.2019
Vit eiga 4 við U16 dreingjalandsliðinum
20.09.2019
Okkara kvinnur føroyameistarar
20.09.2019
Videosamandráttur og myndir
13.09.2019
Okkara U15 dreingir steypavinnarar
12.09.2019