U21 landsliðsleikari nýggjan sáttmála við KÍ

17. juni 2017

KÍ hevur í dag gjørt nýggjan 2-ára sáttmála við U21 landsliðsleikara.

Talan er um 18 ára gamla verjuleikaran Ólav Niclassen. Ólavur fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í fjør og í ár hevur hann fingið størri leiklut við meiri spælitíð. M.a. var hann millum teir mest eyðsýndu á KÍ liðnum, sum í gjár spældi 2-2 javnleik í Runavík.

-Eg valdi at skriva undir við KÍ, fyrst og fremst tí eg trívist sera væl í felagnum og havi tað sera gott her. Eg eri jú uppvaksin í KÍ, so tað var mest sum ein sjálvfylgja at skriva undir. Eg eri sera stoltur og glaður fyri, at kunna umboða barndómsfelagið,segði Ólavur Niclassen eftir at sáttmálin var undirskrivaður.

Í síðstu viku fekk Ólavur debut á U21 landsliðnum, sum spældi ímóti Litava. Ólavur er skrásettur fyri 11 landskappingardystir í Effodeildini og merkisvert er, at hann enn ongantíð hevur roynt at tapt ein dyst. Sáttmálin er galdandi fram til og við kappingarárið 2019.

 


Seinastu tíðindi

Silvur!
21.10.2017
KÍ-Herfølge U14 finalan
21.10.2017
Herfølge vitjan í Klaksvík!
18.10.2017
Ábyrgdarfólk Futsal kappingarárið 2017/2018
16.10.2017
Fótbóltur fyri øll 2017
09.10.2017