Atgongumerki til KÍ - FK Riteriai

14. juli 2019

Atgongumerkir til seinna dystin ímillum KÍ og FK Riteriai sum verður á Svangaskarðið týsdagin kl. 18.00 kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo.

 

KEYP HER.

Forsølan av atgongumerkjum er bert umvegis okkara netskipan, og heldur hon áfram til týsdagin kl. 12.00. Um tað ikki er útselt tá verður durðasøla har prísurin á atgongumerkjunum hækkar til 150 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn.

Børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn, men hesi skulu eisini hava eitt atgongumerki at vísa við dyrnar, hettar fæst eisini á netskipanini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði KÍ fjepparar og onnur áhugaði.

Hava tit trupuleikar við at keypa, kunnu tit ringja til Atgongumerki.fo á tlf. 308500.


Seinastu tíðindi

Jóannes Bjartalíð longt sáttmálan við KÍ
15.08.2019
Atgongumerki til KÍ - FC Luzern
25.07.2019
KÍ vil gjarna takka fjepparunum
19.07.2019
Stroyming av KÍ - Riteriai // Streaming
16.07.2019
Vegleiðing til áskoðarar
16.07.2019