Vegleiðing til áskoðarar

27. juni 2019

Í sambandi við dystin millum KÍ og Tre Fiori á ovara vølli í Gundadali hósdagin 27.06.19 klokkan 19.00 eru hesar vegleiðingar.

Allir Føroyskir áskoðarar skulu sita í Betri Skýlinum og skulu ganga inn í Gate A. VIP sita í B36 Skýlinum og skulu ganga inn í Gate B. Tre Fiori fjepparar sita í HB Skýlinum.

Heitt verður á allar áskoðarar um at virða reglugerðina fyri áskoðararnar.

  1. Allir áskoðarar skulu sita niðri í stóra skýlinum, har inngongdin til áskoðararnar eisini verður.
  2. Fløskur eru ikki loyvdar at hava á økinum.
  3. Tað er ikki loyvt at senda fýrverk, tendra bluss ella annað líknandi. Hvørki undan, undir ella eftir dystin.

Við vón um ein góðan dyst og gott úrslit KÍ, fótbóltinum og fótbóltsatburðinum at frama.

Nevndin í KÍ


Seinastu tíðindi

Jóannes Bjartalíð longt sáttmálan við KÍ
15.08.2019
Atgongumerki til KÍ - FC Luzern
25.07.2019
KÍ vil gjarna takka fjepparunum
19.07.2019
Stroyming av KÍ - Riteriai // Streaming
16.07.2019
Vegleiðing til áskoðarar
16.07.2019