Atgongumerkir til KÍ - Tre Fiori

15. juni 2019

Atgongumerkini til fyrra Europa League undankappingardystin eru nú til sølu.

Dysturin verður spældur í Gundadali hósdagin tann 27 juni kl 19:00. Vit vóna at síggja so nógvar fjepparar sum møguligt kring vøllin hendan dagin.

Atgongumerkir kunnu keypast HER.

Forsølan av atgongumerkjum er bert umvegis okkara netskipan, og heldur hon áfram til hósdagin kl. 12.00. Um tað ikki er útselt tá verður durðasøla har prísurin á atgongumerkjunum hækkar til 150 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn.

Børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn, men hesi skulu eisini hava eitt atgongumerki at vísa við dyrnar, hettar fæst eisini á netskipanini.

Hava tit trupuleikar við at keypa, kunnu tit ringja til Atgongumerki.fo á tlf. 308500.


Seinastu tíðindi

Atgongumerki til KÍ - FK Riteriai
14.07.2019
Stroyming av KÍ - Riteriai // Streaming
16.07.2019
Vegleiðing til áskoðarar
16.07.2019
Stroyming: KÍ - Tre Fiori
27.06.2019
Vegleiðing til áskoðarar
27.06.2019