Liðtíðindi

14. juni 2019

Her er tað nýggjasta frá okkara venjaratoymið

Torbjørn Grytten hevur vant við fullar ferð seinastu tvær vikunar og er dystarklárur eftir at ein vøddaskaði hevur argað í eina tíð.

Óli Eyðsteinsson hevur vant saman við liðnum aftur. Hann hevur havt stóra framgongd og hevur vant fysiska venjing í eina tíð og ger stór fet í løtuni mótvegis at gerast spælklárur aftur.

Simen Sandmæl hevur vant við fullari ferð alla vikuna og er dystarklárur aftur.

Magnus Stamnestrø hevur stríðst við sjúku og hevur tí vant sjálvstøðugt í eina tíð. Nú er hann komin seg og hevur vant saman við liðnum seinastu dagarnar.

Jesper Brinck strongdi baklærið móti AB á Norðoyastevnu. Hann er hevur vant uppafturvenjing og byrjaði at rennivenja aftur í vikuni. Væntast klárur at venja við í komandi viku.

Jonn Johannesen hevur vant við aftur eftir ein stuttan steðg fyrst í vikuni eftir at hann fekk ein lítlan yvirbelastning í samband við venjing við U19 landsliðnum farna vikuskifti.

Darius Lewis hevur vant við fullari ferð hesa vikuna eftir at hann beklaði beint undan AB dystinum og tí ikki var við til tann dystin. Er spælklárur aftur.

Patrik Jóhannesen er komin seg heilt, eftir at hann í eina tíð hevur spælt við strongdari lysku.

Boris Dosljak er komin seg heilt eftir at hann móti HB fekk ein muskulskaða og tí mátti venja við niðursettari kraft í 14 dagar.


Seinastu tíðindi

Atgongumerki til KÍ - FK Riteriai
14.07.2019
Stroyming av KÍ - Riteriai // Streaming
16.07.2019
Vegleiðing til áskoðarar
16.07.2019
Stroyming: KÍ - Tre Fiori
27.06.2019
Vegleiðing til áskoðarar
27.06.2019