Jonn Johannesen hevur longt sáttmálan við KÍ

31. mai 2019

17 ára gamli Jonn Johannesen hevur gjørt um seg á Betri liðnum hjá KÍ í ár.

Tað var í fjør at Jonn Johannesen skrivaði undir sín fyrsta sáttmála við KÍ. Í dag hevur hann longt við barndómsfelagið og hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála.

Vit eru sera errin av at kunnu uppæla okkara egnu leikarar, og geva teimum møguleikan at royna seg á hægsta stigi. Tað er enn betri tá teir takað av og gerast ein styrkur hjá KÍ í bestu føroysku deildini, og har er Jonn ein leikari vit kunnu vænta at síggja nógv til komandi árini.

Jonn hevur leikt allar 11 dystirnar og hevur skora 2 mál í Betri Deildini í ár. Hann hevur víst dirvi og smæðist ikki burtur í teimum dystum hann hevur leikt. Vit ynskja Jonn hjartaliga tillukku við sáttmálanum og gleða okkum til nógv fleiri løtur í bláa búnanum.


Seinastu tíðindi

KÍ royndarkoyrur slóbrótandi videoskipan
28.05.2020
KÍ - EB/Streymur hóskvøldi kl 19.
27.05.2020
U15 dr venjingardyst í fuglafirði - Samandrátturin
24.05.2020
KÍ vann stórsigur í Fuglafirði
23.05.2020
Odmar Færø í Soccer Saturday hjá Sky Sport
18.05.2020