Norskur miðvallari til KÍ úr Eliteserien

30. mai 2019
  • Magnus kemur frá norska Eliteseriufelagunm Ranheim | Mynd: Rosenborg
  • Magnus í dysti fyri Rosenborg BK | Mynd: Rosenborg
  • Magnus í dysti fyri Rosenborg | Mynd: Rosenborg
  • Mynd: Rosenborg

Í vikuskiftinum kemur nýggjur norskur leikari til KÍ. Tað er miðvallarin, Magnus Stamnestrø, sum skal avloysa Takuya Matsunaga.

Takuya hevur í vár roynt seg í KÌ, men eftir egnum ynskir hevur avgjørt at royna nýggjar leiðir.

Yrkisfótbóltsleiðin hjá Magnusi Stramnestrø byrjaði í Molde fyri sjey árum síðani. Hann hevur eisini roynt seg í øðrum feløgum bestu- og næstbestu deildunum í Noregi. Millum øðrum Sogndal, Kristianssund og Rosenborg, har hann var við til at vinna The Double í 2015. Magnus kemur nú frá felagnum Ranheim IL úr Eliteserien í Norra, sum  hevur heimavøll á Tróndheim-leiðini.

Í stuttari samrøðu við KÍ, sigur Magnus Stamnestrø:

-       Eg eri sera spentur upp á nýggju uppgávuna og ikki minst at gerast partur av felagnum, KÍ. Gleði meg at møta spælarum, leiðarum – ja, allari KÍ-familjuni.  KÍ er ein nýggjur og ørvísi kapittul á míni fótbóltsleið.  Tað verður mær ein frægd at fara á vøllin fyri sigursvanda liðið KÍ.

-       Kenni lítið og einki til føroyskan fótbólt undantikið tað, eg havi sæð í norskum fjølmiðlum um A-landsliðið og føroysku spælararnar, sum hava spælt í Noreg. So eg gleði meg til at læra og uppliva føroysku fótbóltsmentanina.

-       Eg meti meg at vera ein royndan og tekniskt góðan spælara og eg vóni eg havi nógv at geva KÍ bæði til venjing og til dystir. Mínar serligu dygdir er samanspæli, kreativitetur, skapa málmøguleikar og at søkja málið.

Magnus byrjar sínar fyrireikingar við venjing í KÍ fyrst í komandi viku.


Seinastu tíðindi

Jóannes Bjartalíð longt sáttmálan við KÍ
15.08.2019
Atgongumerki til KÍ - FC Luzern
25.07.2019
KÍ vil gjarna takka fjepparunum
19.07.2019
Stroyming av KÍ - Riteriai // Streaming
16.07.2019
Vegleiðing til áskoðarar
16.07.2019