Vælkomin til Norðoyastevnudyst!

29. mai 2019

Mangan hevur verið sagt, at klaksvíkingar ikki vinna á Norðoyastevnu. Tó so hava KÍ seinnu árini vunnið, seinast í fjør tá B36 vitjaði.

Á Norðoyastevnu 2019, er tað argjamenn sum koma á vitjan.
AB hava havt eina trupla byrjan uppá árið, har teir í seinastu 9 dystunum hava fingið eitt stig. Hetta hevur ført við sær, at AB liggja á aftasta plássi við 4 stigum.

Hinvegin vístu klaksvíkingar, at teir aftur eru á slóðini, tá teir uttan trupulleikar vunnu 4-0 á EB/Streymi í farna umfari. KÍ liggja í løtuni á 1. plássi við 26 stigum.
A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, tók í vikuni tríggjar KÍ leikarar út, til komandi landsliðsuppgávurnar á Tórsvølli. Kristian Joensen, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen kunnu allir rópa seg A-landsliðsleikarar. Tað verður spennandi at síggja, um hetta hevur ávirkan á sjálvsálitið til hendan Norðoyastevnudyst.

AB og KÍ spældu seinast í 8. umfarið á Argjum. Hesin dysturin endaði við einum tryggum KÍ sigri, 4-0.
Fortreytirnar peika á KÍ sum stórfavoritt, og skulu vit eisini vænta at klaksvíkingar fara at halda uppá bóltin og leypa á.

Væntast kann, at KÍ fara at leggja nógv fyri at undirhalda allar Norðoyastevnugestir, við góðum álopsfótbólti. Tó kann ein vóna at síggja eitt uppsett AB lið.
Eftir dystin verður Norðoyastevnusteypið handað, og tað merkir eisini, at um dysturin endar við javnleiki, so verður brotssparkskapping.

Jóhan Hendrik bríkslar dystin í gongd sunnudagin kl. 15.30.

Góðan dyst og góða Norðoyastevnu øll somul!

Keyp atgongumerki HER


Seinastu tíðindi

Atgongumerkir til KÍ - Tre Fiori
15.06.2019
Liðtíðindi
14.06.2019
Semir Hadzibulic er aftur bláur
12.06.2019
KÍ skal til San Marino
11.06.2019
Føroyar - Spania í kvøld
07.06.2019