KÍ - EB/Streymur 3. umfar

27. mars 2019

Landsliðsteðgurin er av, og sunnudagin fer bólturin á rull aftur. Sunnudagin er triðja umfar á skránni, har EB/Streymur kemur á vitjan í Klaksvík.

Líka sum EB/Streymur, hava klaksvíkingar fyrsta sigurin í Betri Deildini 2019 tilgóðar.
Eftir tveir javnleikir skal KÍ í dag út, at vísa hví mann væntar at klaksvíkingar verða FM kandidatar í ár. Flest øll eru samd um, at spælið hevur verið gott, men hevur tað ikki givið ein sigur enn.
Havandi í huga, at EB/Streymur seinast vann í Klaksvík í 2013, mugu KÍ roknast sum favorittar í dag.

EB/Streymur hava ikki so óvæntað tapt tvey tey fyrstu umførini í ár. Hetta var ímóti NSÍ og síðan B36.

Bæði liðini eru svang eftir fyrsta sigrinum, og er tað tí lagt upp til ein spennandi dyst, sum Bjarki Danielsen bríkslar í gongd kl 15.00.

Atgongumerki fyri 80 kr. kunnu keypast við dyrnar ella á netinum. Tá tú keypur á netinum fært tú atgongumerki sendandi við teldupost, sum tú kanst printa út ella vísa við eini snildfon við dyrnar.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Kaffi og annað kann keypast við vøllin. Bert kontant.

Góðan dyst øll somul!


Seinastu tíðindi

Ársveitsla 2019
09.10.2019
19.ferð í´19
29.09.2019
U18 kvinnur meistarar
24.09.2019
U15 gentur steypavinnarar
21.09.2019
Vit eiga 4 við U16 dreingjalandsliðinum
20.09.2019