KÍ selur nú eisini síni atgongumerki á netinum

07. mars 2019

Tá landskappingin fer í gongd aftur sunnudagin verður KÍ fyrsta felag í føroyskum fótbólti sum fer at selja atgongumerki til allar sínar dystir á netinum. Tað verður tó framvegis møguligt at keypa atgongumerki við dyrnar sum vanlig.

Rói Clementsen nevndarlimur í KÍ greiður frá at tey leingi hava havt trupuleikar av atgongumerkjasøluni, har fjeppara mugu gjalda við reiðum peningi. Hettar førur við sær langar bíðirøðir við sjálvtøkurnar, og ofta eru tær eisini óvirknar. Vit hava tí valt at geva okkara fjepparum, og teimum sum ynskja at koma til dyst við Djúpumýru møguleikan at keypa sítt atgongumerki á netinum. Atgongumerki verður síðani sent við telduposti, og viðkomandi kann printa atgongumerki út, ella vísa tað við snildtelefon við dyrnar har strikukotan verður skanna.

KEYP HER


Seinastu tíðindi

HVØR ER // Jesper Brinck
03.05.2019
Upptakt við Mikkjal // KÍ - TB
27.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - TB
26.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019