Finalan í Klaksvíkskappingini í dag

24. februar 2019

Hálvfinalurinar í Klaksvíkskappingini vóru spældar við Djúpumýru í gjár.

Tað var nógvur vindur í gjár, og tað sást aftur á fótbóltspælinum. Í dag sigur hann minni vind, so vónandi síggja vit eitt betri fótbóltspæl í dag.

Víkingur og B36 spældu kl 13, har var Víkingur vann stórsigur 5-1.

NSÍ og KÍ spældu seinna dystin kl 15:30 har dysturin var meira javnur. Tó fór NSÍ avstað við sigrinum og er tískil í finaluni sum verður spæld í dag kl. 15:30 við Djúpumýru.

KÍ og B36 skulu spæla um 3. plássi í dag kl 13.

Liðini brúktu dagin í gjar til at royna nógvar ungar spælarar av, men spennandi verður hvussu liðini stilla upp í dag.

Dags atgongumerkið kosta 80 kr. og kunnu keypast við dyrnar.
Atgongumerkið er galdandi fyri ein dag, og tú hevur tí møguleika at síggja tveir dystir fyri eitt atgongumerkið.


Seinastu tíðindi

HVØR ER // Jesper Brinck
03.05.2019
Upptakt við Mikkjal // KÍ - TB
27.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - TB
26.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019