Jesper følur seg vælkomnan til Klaksvíkar

23. februar 2019
  • Jesper Brinck | Mynd: KÍ

29 ára gamli miðverjin kom til KÍ úr Brabrand har hann hevur spælt síðan 2012.

Tann lokali miðilin í Brabrand hevur valt at fylgja ferðini hjá fyrrverandi liðskipara teirra til Føroyar. Jesper kemur tískil at skriva bloggupplegg um hansara upplivingar sum fótbóltleikari í Klaksvík.

Klaksvík er tað Føroyska svarið uppá Århus sigur Jesper í sínum fyrsta blogguppleggi. Hann er eisini ovfarin av tí blíðskapinum sum honum er vístur, og tí álitið vit hava á hvønn annan í býnum.

“Kulturchokket er mere begrundet i den store tillid alle i byen nærer til hinanden. Det er kutyme at lade døren være ulåst eller lade nøglen sidde i døren. Det er ikke lige noget man umiddelbart oplever i Danmark.”

Les alt uppleggi HER.

Vit gleða okkum at síggja Jesper í bláu blusuni!


Seinastu tíðindi

HVØR ER // Jesper Brinck
03.05.2019
Upptakt við Mikkjal // KÍ - TB
27.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - TB
26.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019