Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld

11. februar 2019
  • F.v. Rúni Heinesen, Jáup Eydnugarð, Margit G. Joensen, Rói Clementsen, Hilmar Danielsen. Tummas Lervig væntar á myndini | Mynd: KÍ

Mánakvøldið 11. februar var aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hildin á KÍ loftinum.

Formaðurin greiddi frá farna kappingarárið og roknskapurin fyri 2018 var lagdur fram og góðkendur av fundinum.

Á aðalfundinum var uppskot frá nevndini um hækkan av leikaragjaldið eisini góðkent.

Tað inniber nýggj leikara gjøld fyri 2019, og vera gjøldini fylgjandi:
Barn nr. 1 – 900 kr.
Barn nr. 2 – 600 kr.
Barn nr. 3 – 200 kr.
Barn nr. 4 – Ókeypis

Hvílandi limir gjalda framvegis 400 kr. í limagjald.

Einki mótvalevnið stillaði upp ímóti Tummas Lervig, og er hann tískil afturvaldur sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Aðrir limir sum vóru aftirvaldir vóru:
Rúni Heinesen, Næstformaður
Hilmar Danielsen, Ábyrgd fyri fíggjarmál
Margit G. Joensen, Skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt

Jórun Jacobsen sum hevur sitið í nevndini við ábyrgd fyri hølum, bar seg undan afturvali og í hennara stað varð valdur Jákup Eydnugarð.

Nevndin í KÍ vil nýta høvið at takka Jórun fyri sítt megnar arbeiði í nevndini hjá KÍ. Hon verður tó ikki heilt burtur, og kemur at vera kring Klaksvíkar Ítróttarfelag kortini.

Aðalfundurin valdi eisini Róa Clementsen í nevnd sum samskiftisfólk, og kemur hann at samskipa arbeiðið við at gera KÍ meira nýmótans, og sjónligt millum fjepparar. Umframt at hann kemur at standa fyri øllum miðla samskiftinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019