Jóannes og Jóannes eisini longt sáttmálan

29. juni 2017

KÍ hevur gjørt sáttmálar við tveir av yngru lokalu leikarunum fyri komandi kappingarárini

20 ára gamli Jóannes Bjartalíð krevur kanska ikki so neyva lýsing, tí tey flestu kenna hansara dygdir, ið hava gjørt, at hann bæði í 2015 og 2016 var valdur til ársins unga leikara í Effodeildini. Jóannes hevur bæði skorað og lagt upp til nógv mál, síðani hann í 2015 byrjaði at spæla í bestu deildini. Fyrr í ár var hann eisini fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum til ein undankappingardyst. Jóannes hevði sáttmála til og við kappingarárinum 2018, men við nýggja sáttmálanum er kappingarárið 2019 lagt afturat avtaluni.

 

19 ára gamli Jóannes K. Danielsen hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í nøkur ár hóast sín unga aldur. Men fyrst og fremst hevur hann gjørt um seg á næstbesta liðnum og U18 liðnum. Fer ein inn at hyggja eftir hansara profili á FaroeSoccer, so telist hann millum vandamiklastu leikararnar í hesum báðum deildunum. Í U18 kappingini, har hann tó ikki longur hevur aldur til at spæla, skoraði hann 25 mál í 34 dystum. Í 1.deild er hann skrásettur fyri 31 mál í 46 dystum. So talan er um sannførandi avrik á so ungum aldri. Enn bíðar gjøgnumbrotið á besta liðnum, men har er hann higartil skrásettur fyri 11 landskappingardystir og ein steypadyst. Jóannes K. Danielsen hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárini 2018 og 2019


Seinastu tíðindi

Aksel B. Danielsen útleigaður til EB/Streym
07.07.2018
Marko Dusak gevst sum KÍ leikari
07.07.2018
Nú er klárt til dyst!
28.06.2018
Hettar er hópurin sum er á Malta
25.06.2018
1. Deild spælur toppdyst leygardagin
23.06.2018