KÍ fingið miðvallarleikara

08. januar 2019

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við miðvallarleikara.

Talan er um 28 ára gamla Simen Raaen Sandmæl, sum kemur frá Noregi. Hann kemur frá norska felagnum Levanger og hevur síðstu tíðina spælt í næstbestu norsku deildini. Áðrenn summarsteðgin í 2018 spældi hann við Randheim í bestu norsku deildini eitt stutt skiftið, har tað bleiv til seks dystir og eitt mál.

Sambært Transfermarkt hevur hann spælt 68 dystir tilsamans í næstbestu norsku deildini fyri Levanger og Randheim, sum eru feløgini, sum hann hevur umboðað síðstu árini.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018