KÍ fingið nýggjan leikara

15. desember 2018

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd.

Talan er um norska álopsleikaran, sum fyri nøkrum vikum síðani var settur í samband við KÍ. 23 ára gamli Torbjørn Grytten hevur gjørt sáttmála við KÍ. Hann hevur verið í Klaksvík og hugt eftir umstøðunum. Hann hevur síðstu árini spælt og skorað nógv mál (47 mál í 79 dystum) í 3. og 4. bestu norsku deildini fyri norska felagið Brattvåg. Árini 2012-2015 spældi hann 29 dystir við Aalesund og skoraði tvey mál í bestu norsku deildini.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2019.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018