Bylgju Cup 2018

15. desember 2018

Í døgunum 28.-29. desember 2018 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2017 vóru áleið 100 lið við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum. Kappingarnar í Bylgju Cup 2018 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum FSF hevur til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:
U7 dreingir 5-6 ár (f. 2012-13)
U8 dreingir 7 ár (f. 2011)
U9 dreingir 8 ár (f. 2010)
U11 dreingir 9-10 ár (f. 2008-09)
U13 dreingir 11-12 ár (f. 2006-07)
U15 dreingir 13-14 ár (f. 2004-05)
U17 dreingir 15-16 ár (f. 2002-03)
U21 dreingir 17-20 ár (f. 1998-01)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2018 ella samsvarandi støði uttanlands á vøllinum samstundis)

Væntandi verður spælt soleiðis:
Fríggjadagin 28. desember: U13, U15, U17 og vaksin
Leygardagin 29. desember: U7, U8, U9, U11, U21 og allar gentukappingar
Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir hjá gentum eru U7, U9, U11, U13, U15 og U18. Eru ov fá lið, so fáa gentulið møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til.
Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U17, U21 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort. Hjá U21 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook. Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri at liðið er tilmeldað.

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 2. jólakvøld mikukvøldið 26. desember kl. 19.00. Liðini fáa væntandi boð seinnapartin 27. desember millum kl. 13.00 og 17.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.


Seinastu tíðindi

HVØR ER // Jesper Brinck
03.05.2019
Upptakt við Mikkjal // KÍ - TB
27.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - TB
26.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019