KÍ hevur sett venjara til kvinnuliðið

14. november 2018

KÍ hevur í kvøld gjørt sáttmála við venjara, sum skal venja besta kvinnuliðið.

Talan verður um roynda serban, Aleksandar Djordjevic, sum eisini í 2018 var venjari hjá KÍ kvinnunum. KÍ endaði á 3. plássi, men var við í FM kappingini til tað síðsta við einum ungum liði. Djordjevic hevur áður vunnið fleiri meistaraheitir við besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Seinastu tvey árini hevur EB/Streymur/Skála vunnið FM.

Sáttmálin millum KÍ og Aleksandar Djordjevic er galdandi fyri 2019.


Seinastu tíðindi

Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019
Lið Tíðindi - Undan dystinum ímótir ÍF
05.04.2019
Lið Tíðindi - Undan dystinum ímótir EB/Streymi
28.03.2019
KÍ - EB/Streymur 3. umfar
27.03.2019