Tungá stjórnar 1. deild í 2019

12. november 2018

KÍ kann í kvøld fegnast um, at Asbjørn Tungá tekur enn eitt tørn við 1. deildarliðnum.

Saman við Mikkjal Thomassen, sum høvuðsvenjara og Oddur Olsen, sum ungdómsvenjara, heldur Asbjørn fram við, at menna yngru leikararnar í felagnum, til at taka stigið til bestu mansdeildina.
Hóast endamálið við 1. deildarliðnum er likamlig og leiklið menning, gekk somikið væl hjá Tungá og hansara dreingjum, at teir tóku bronsuna tá avtornaði. Fram til summarsteðgin vóru teir á greiðum fyrsta plássi og vóru á odda heilt fram til 21. umfar.
KÌ ynskir 1. deildarvenjaranum góða eydnu við leikaramenning og dystum í 2019


Seinastu tíðindi

Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019
Lið Tíðindi - Undan dystinum ímótir ÍF
05.04.2019
Lið Tíðindi - Undan dystinum ímótir EB/Streymi
28.03.2019
KÍ - EB/Streymur 3. umfar
27.03.2019