Nýggjur miðverji til besta mansliðið

11. november 2018

KÍ og 29 ára gamli Jesper Brinck hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár.

Jesper hevur verið í Århuus felagnum Brabrand síðan 2012, síðstu árini sum liðformaður. Í fjør var hann liðfelagið við gamla KÍ´aran, Kenan Hajdarevic. Hann er 29 ár og spælir vanliga sum miðverji. Í Jesper væntar KÍ sær ein royndan og nærlagdan verjuleikara.
Jesper Brinck var í Klaksvík síðst í oktober fyri kunnað seg um umstøðurnar. Hann byrjar venjingina, saman við KÍ hópinum, um miðjan januar.


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019