Fimm KÍ-arar úttiknir til A-landsliðsvenjing

20. oktober 2018

Millum teir 24 leikararnar, sum Lars Olsen hevur tikið út til fyrireikingarnar til írestandi dystir í Nationsleague eru ikki minni enn fýra KÍ-leikarar. Kristian Joensen, Jóannes Bjartalíð, Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham og Jákup Biskopstø Andreasen.

Bjartalíð, Danielsen, Askham og Andreasen hava allir saman við Ólavur Niclassen verið fastir mans á U21-landsliðnum. Nú FSF-flagskipið stendur fyri lutvísum genaratiónsskifti er nátúrligt, at teir stinnastu U21-leikararnir nærkast A-landsliðnum.

Tá hugsa verður um, at flestu A-landsliðsleikararnir eru úttiknir úr grannalondunum, er nýggja úttøkan eitt sera stórt framstig og tekin um, at miðvísa venjingin í KÌ ber ávøkst.

KÌ fegnast og ynskir Kristian, Bjartalíð, Danielsen, Askham og Andreasen til lukku við úttøkuni og bestu eydnu við fyrireikingunum.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018