KÌ fegnast um nýggjan áleypara

18. oktober 2018

Millum KÌ og liðformannin Páll Klettskarð hevur í rúma tíð verið greitt, at hann ikki kom at halda fram í KÌ komandi kappingarár. Vit í KÌ eru fegin um, at Páll hevur verið so beinasamur at útseta fráferðina til eftir kappingarlok.

Samstundis hevur eydnast KÌ at finna avloysarin, nýggja áloyparin Patrik Johannesen av Tvøroyri. Hóast sín unga aldur er Patrik eitt kent føroyskt fótbóltsnavn. Hann hevur verið eyðsýndur barndómsfelagnum TB, í B36 og eisini á ungdómslandsliðum. Síðsti arbeiðsgevarin hjá Patrik hevur verið Florø, sum er í næstbestu norsku deildini.

KÌ-venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur havt kunnleika til Patrik og hevur fylgt væl við gongdini hjá Patrik. Venjarin sigur, Patrik hevur ment seg nógv og menningin kemur at halda fram í KÌ.


Seinastu tíðindi

KÍ hevur sett venjara til kvinnuliðið
14.11.2018
Geza Turi til KÍ
12.11.2018
Tungá stjórnar 1. deild í 2019
12.11.2018
Nýggjur miðverji til besta mansliðið
11.11.2018
Bjartalíð og Kristian úttikinir til A-landsliðið
08.11.2018