KÍ eigur bulin á U21

13. oktober 2018

Í tøttum dysti á Tórsvølli í ivasomum líkindum megnaði føroyska U21-liðið javnleik ímóti Litava. Fyri KÌ var hetta ein av teimum heilt góðu døgunum. Tríggir av okkara, Jóannes Bjartalíð, Jákup Biskopstø Andreasen og Jóannes Kalsø Danielsen, vóru við frá byrjan og spældu allan dystin á tamb og Ólavur Niclassen spældi eisini góðan helmingin av dystinum, hann kom inn í 39.minutti.

Allir vóru teir ógvuliga eyðsýndir. Danielsen tryggur í verjuni og við síni framúr renniorku eisini týdningarmikil í álopi. Bjartalíð og Jákup hartarbeiðandi á miðvøllinum. Ólavur tók um endan, tá HB´arin Bartal fór av vøllinum við snuddi. Ólavur syrgdi fyri framhaldandi tryggleika í miðverjuni og spældi skilagott niðan á vøllin, hóast vindurin darvaði góðum spæli.

Eftir horna í 84.minutti var Jákup B á rætta stað og setti við høvdinum bóltin trygt í litaviska netið til støðuna 2-1. Hóast litavar løgdu trýst á, vóru vónirnar um ein sigur góðar. Men tíverri gjørdu vit eitt heldur ógneyðugt brotsspark í 92´minutti og harvið javnleikur.

Síðsti dysturin hjá okkara monnum í hesi undankappingini verður ímóti dønum í Aalborg komandi týskvøld kl.17, lokala tíð. Danir eru á odda við 20 stigum og Póland 19. Póland møtir Georgia sum er á triðja plássi við 12 stigum. Tí kunnu okkara menn vænta at møta einum ógvuliga tendraðum donskum liði.

Vit í KÌ eru sera stolt av okkara ungu monnum og fara at ynskja teimum góða dyst og bestu eydnu á Aalborg Stadion.

 

Myndina hava vit lánt frá Álvur Haraldsen


Seinastu tíðindi

KÍ hevur sett venjara til kvinnuliðið
14.11.2018
Geza Turi til KÍ
12.11.2018
Tungá stjórnar 1. deild í 2019
12.11.2018
Nýggjur miðverji til besta mansliðið
11.11.2018
Bjartalíð og Kristian úttikinir til A-landsliðið
08.11.2018