Skjøtul settur á nýggjan fótbóltsvøll

08. oktober 2018

Klaksvíkar Ítróttarfelag fegnast almikið, nú fyrsta veruliga stigið er tikið til nýggjan vøll við rennibreyt á stadionøkinum. Í dag fór byggifelagið Kanjon inn á økið norðanfyri Másheygg og einaferð næsta heyst skal verkætlanin vera liðug.

Fyri rennifelagið Treystið og KÌ verður hetta eitt ógvuliga søguligt frambrot, sum vit í KÌ síggja fram ímóti við spenningi og gleði. Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ein stór avbjóðing hjá Ungdómsdeildini í KÌ at finna pláss við Djúpmýru til tey fleiri hundrað, sum venja fótbólt í summarhálvuni. Ikki minni hevur avbjóðingin verið at finna leiktíðir í vikuskiftinum leygardag.

Um tað verður sum býráðið vil, er hetta søga um eitt ár.


Seinastu tíðindi

HVØR ER // Jesper Brinck
03.05.2019
Upptakt við Mikkjal // KÍ - TB
27.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - TB
26.04.2019
Lið Tíðindi // KÍ - NSÍ
13.04.2019
Álopsvenjing við Toda Jónsson
08.04.2019