U15 Gentur vunnu bronsu

29. september 2018

Gentur U15 hava í dag vunnið bronsu í landskappingini.

Áðrenn seinasta dystin, kundu tær vinna bæði gull og silvur, men so var treytin, at tær vunnu seinasta dystin í móti HB. Hesin endaði tíverri við, at HB vann 2-0 og tryggjaði sær harvið gullið.
Hesar gentirnar hava eisini fyrr í ár fingið silvur í steypakappingini. Hetta má metast sum eitt flott úrslit, tá hugsa verður um, at allar hesar gentirnar eru frá yngra árganginum, og hava tí aldur til U15 aftur komandi ár.

KÍ ynskir tykkum hjartaliga tillukku við bronsuni. Eisini skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til HB við Føroyameistaraheitinum og til B36 við silvurnum.


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019