Klaksvíkar Ítróttarfelag í menning

21. september 2018

Á heyst í fjør tók leiðslan saman við høvuðsvenjaranum stig til at styrkja um felagsskapin. Fari var undir miðvíst strategiarbeiði, har leiðsla og fleiri, sum standa fyri venjing luttóku.

Málið hjá felagnum er at hava tað besta ungdómsarbeiði innan fótbólt í landinum. Sum eitt beinleiðis úrslit av hesum arbeiðnum bleiv høvuðsungdómsvenjari settur í fulltíðarstarv.

Eisini vóru orð sett á, hvat Klaksvíkar Ìtróttarfelag stendur fyri. Í stuttum: Samanhald, menning, stríðsvilji og gleði. Og aðalmálið hjá KÌ er at savna allar norðoyingar um fótbólt, uttan atlit til ætt, stætt ella annað, ið kann skilja.

Ungdómsarbeiðið hevur flutt seg eitt stórt fet rætta vegin. Gongdin higartil í ár er: KÌ hevði 3 lið í steypakappingin, er væl umboðað á ungdómslandsliðum og ger seg galdandi í oddinum í nærum øllum deildum bæði á kvinnu- og manfólkasíðuni. Samanlagt eitt stórt framstig.

Miðalaldurin fyri leikarar uppaldir í KÌ, sum vanliga manna besta manshópin er áleið 23 ár. Skal besta mansliðið gera seg galdandi í oddinum, er neyðugt fyrstu árini at hava styrk uttan í frá. Men sum frálíður er málið, at ungu talentirnar sum koma at manna flagskipið.

Við gongdin og stuðlinum, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur í norðoyggjum gongur felagið ímóti eini spennandi framtíð.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018
Árskort 2019
29.11.2018
U21 landsliðsleikarar nýggjan sáttmála í KÍ
29.11.2018