Samanhald, Menning, Stríðsvilji og Gleði
U14 árgangurin hjá KÍ vóru og luttóku í fótbóltskapping í Reykjakvík í summar. Dreingirnir hjá okkum hava fingið upplivingar fyri lívið. Túrurin gjørdist mennandi og samanhaldi varð styrkt. Vit fingu sannað, at vit eiga ein ungdóm, sum vil stríðast fyri sínar liðfelagar og felagið, og umboðað okkum á ein virðiligan hátt. Foreldrini settu veruliga dám á á áskoðarplássunum, við fløggum og sangum, so tað var øllum kunnugt hvørji vit vóru.
Túrurin gjørdist veruliki, tí at fyritøkur og einstaklingar vildu stuðla okkum. Vit vilja hervið takka øllum, sum á ein ella annan hátt, hava stuðlað túrinum. Tit eru gullverd fyri ungdómin og felagið. Og við tykkara hjálp hava vit fingið sannað motto felagsins: Samanhald, Menning, Stríðsvilja og Gleði.
Við KÍ-kvøðu
U14 dreingirnir