Ein gevandi og mennandi túrur

31. juli 2018

Okkara U14 dreingir eru just afturkomnir úr Reykjavík, har tvey lið hava luttikið í stórari kapping við yvir 100 liðum, frá ymsum heraðshorn í heiminum. Lið frá Kili og USA og frá kendum feløgum, so sum Fulham og Brighton, sum vit kenna frá Premier League luttóku. Okkara lið spældu í A og B bólkunum.

Tað var óvist hvussu okkarar lið fóru at standa seg móti so sterkum liðum. Tað vísti seg at í summum førum varð bitin ov stórur. Men sjálvt um mann legði rygg til eitt 5-0 tap ímóti Fulham, so vuksu okkara dreingir fleiri centimetrar hendan dystin. Her mátti hvør maður stríðast fyri hvønn bólt, ímóti stóru, sterku og skjótu Fulham-leikarum, sum innan stutta tíð banka uppá til teirra besta lið. 

Eisini má ásannast, at liðini úr Íslandi eru sera sterk í hesum aldrinum. Teir eru krútsterkir og hava betri konditión enn okkara leikara. Hví so er, kann mann spyrja rannsakandi, tí hóast vit hava minni fólkagrundarlag, so kann mann altíð venja styrki og konditión. Kanska er tað harðføra íslendska mentanin, sum er viðfødd - har mann ikki grenjar, men tekur seg saman og berjist víðari. 

Á kunnandi fundi í KSÍ ( íslendiska fótbóktssambandi ) varð nevt, at teir hava kappingar heilt niður í 6 ára aldur, har liðini verða sett saman eftir styrki, fyri at vinna kappingar. Onkur vildi sagt, at hetta er ónámsfrøðisligt. Men, sum svar til tann kritikkin varð svrað: Vit eru við til HM! Eisini kom fram at fótbólturin í Skotlandi, sum hevur verði uttan fyri altjóða endakappingar í 20 ár, hevur tikið stig til at betra ungdómsvenjingarnar. Ungdómsvenjarin hjá Partik Thisle, segði, at teir vóru farnir frá at hava stórar hópar til venjingar, men høvdu nú minkað talið úr 18-22 leikarum niður í 14 - fyri at lyfta støðið á venjingum. 

Her í Føroyum koyra vit eftir einum sosialum prinsippi, har øll skulu verða við og kapping ikki er fyrr enn í U14. 

Fyri okkara leikarar var túrurin ein ligur í eini langtíðarætlan og her hava vit fingið nógv burturúr. Fleiri leikarar hava eisni sæð í eyguni, at fyri at náa langt í fótbólti, má ein venja heimavenjing og hava ein sunnan koststíl og góða hvíld. Tú kemur ikki langt, bara at venja 3 ferðir um vikuna við KÍ.

Ferðalagið taldi yvir sjeyti fólk, og vóru øll samd um at túrurin var gevandi og mennandi. Við KÍ fløggum, merkinum og KÍ-sangum rungandi, var ongin ivi um, at á áskorðarplássinum vóru vit vinnarar. 

Myndir, sum millum annað Anton Højgaard hevur tikið, eru í savninum.

 

Vegna okkara U14 leikarar vilja vit takka fyri stuðulin vit hava fingið.

U14-venjaratoymið

 


Seinastu tíðindi

KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018
Árskort 2019
29.11.2018
U21 landsliðsleikarar nýggjan sáttmála í KÍ
29.11.2018