FSF Street Cup 2018

31. juli 2018

Í samband við NM kappingina hjá U17 landsliðnum, ið verður í Føroyum 5. til 11. august 2018, skipar FSF fyri Street fótbóltskapping fyri U7 til U11 dreingir / gentur á Tórsvølli.

Kappingarnar vera skipaðar sum upphiting til landsdystirnar hjá føroyska U17 landsliðnum ímóti Íslandi, Noreg og Kina. Tá vinnarin av Street fótbóltskappingini er funnin, skriva A-landsliðsleikarar hjá monnum og kvinnu autografar. Áðrenn farið verður inn á Tórsvøll at stuðla føroyska liðnum, hava øll møguleika at verða andlitsmálað í føroysku litunum.

Tað er ókeypis at luttaka í kappingini. 4 leikarar eru á hvørjum liðið, og møguleiki er hava ein skiftisleikara.

Vinnandi liðini fáa hvør sína Macron landsliðstroyggju.

Øll sum luttaka fáa ókeypis sunkist og frukt, tá tey hava spælt sínar dystir.

Leikt verður fylgjandi dagar:

U7: 5. August 2018 (tilmeldingarfreist 3. august 2018)
U9: 7. August 2018 (tilmeldingarfreist 5. august 2018)
U11: 9. August 2018 (tilmeldingarfreist 7. august 2018)

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til ath@fsf.fo.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018
Árskort 2019
29.11.2018
U21 landsliðsleikarar nýggjan sáttmála í KÍ
29.11.2018