Marko Dusak gevst sum KÍ leikari

07. juli 2018
  • Marko Dusak | Mynd: KÍ

Verjuleikarin hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.

29 ára gamli Marko Dusak frá Kroatia hevur spælt 14 dystir fyri KÍ í ár. Harav 12 landskappingardystir, har KÍ bara hevur tapt einaferð.

Verjuleikarin úr Kroatia var skaddur fyrstu umførini, men hevur síðani til tíðir spælt ein stóran leiklut í KÍ. Á Malta bleiv hann skaddur, og tí spældi hann ikki við í gjár, tá KÍ kom víðari.

Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at vegna persónligar orsøkir hevur Marko havt ynski um at sleppa heim til familjuna í summarsteðginum. KÍ hevur eftirlíkað ynskinum hjá Marko og báðir partar eru samdir um at ógilda tað, sum eftir er av sáttmálanum.

KÍ takkar Marko Dusak fyri tíðina í KÍ og ynskir honum alt tað besta framyvir. Samstundis verður tað arbeitt við at fáa ein styrk til verjupartin inn ístaðin.

Skrivað hevur: Rói Clementsen


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019