U15 gentur eru eisini í steypafinaluni

23. juni 2018

U15 gentur eru í steypafinaluni eftir, at tær vunnu 2-0 á NSÍ í hálvfinaluni.

Tað var Malena Olsen, ið skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. KÍ genturnar vóru nógv betur allan dystin, men tað var ikki lætt at sleppa í gjøgnum verjuna hjá NSÍ, sum vardi væl. Tó fingu tær tvey mál, sum nú ger, at tær skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli í september.

Hjartaliga tillukku 

Hesar mannað liðið: Ró á Lakjuni Simonsen, Lóa Samuelsen, Joan Poulsen, Jónrid Joensen, Eivør á Kósini, Bjarnhild í Buð Justinussen, Bergit Svarvadal Jacobsen, Malena Olsen, Maria Hansdóttir Olsen, Anitha á Dalinum, Jórun Najma Patawary.

Venjarar hjá liðnum eru Bára S. Klakstein og Malena Josephsen


Seinastu tíðindi

Vinnaraseðlarnir frá lutaseðlasøluni
10.08.2018
Ein gevandi og mennandi túrur
31.07.2018
FSF Street Cup 2018
31.07.2018
Video upptakt
19.07.2018
Aksel B. Danielsen útleigaður til EB/Streym
07.07.2018