KÍ skal til Malta at spæla ímótir Birkirkara F.C.

12. juni 2018
  • Ta' Qali National Stadium hjá Birkirkara F.C.
  • Birkirkara F.C.

Lutakast hevur júst verið í Europa Leauge, og har var greitt hvar KÍ skal spæla í summar.

KÍ trekti Birkirkara F.C. úr Malta sum í fjør komu heilt til 3 rundu í Europa Leauge.

Birkirkara F.C. hevur áður verið í Føroyum tá teir í 2006 spældu ímótir B36 í Champions Leauge. Har vunnu B36 sannførandi 3-0 á útivølli, meðan heimadysturin endaði 2-2. B36 kom tískil víðari frá tí dystinum.

Birkirkara spælur sínar dystir á tjóðar vøllinum í Malta, sum eitur Ta' Qali National Stadium. Leikvøllurin tekur uml 18.000 áskaðarar.

Á liðinum eru 4 núverandi landsliðsleikarar hjá Malta, og 3 fyrrverandi. Umframt at teir hava fyrrverandi málmannin hjá Macedonia.

Dystirnir vera leiktir:

Birkirkara - KÍ 28 Juni
KÍ - Birkirkara 5 Juli

Skrivað hevur: Rói Clementsen


Seinastu tíðindi

Spæl undir trýsti
01.09.2018
Samanhald, Menning, Stríðsvilji og Gleði
01.09.2018
Rætting! Felagsvenjing U7 til U13
14.08.2018
Vinnaraseðlarnir frá lutaseðlasøluni
10.08.2018
Ein gevandi og mennandi túrur
31.07.2018