Jákup gjørt nýggjan sáttmála

07. juni 2018

Jákup B. Andreasen er 20 ára gamal og hóast unga aldurin, so hevur hann fitt av royndum úr bestu deildini. Í 2015 byrjaði hann ordiliga at snodda til besta liðið og síðani 2016 hevur hann nærum átt fast pláss á KÍ liðnum. Tilsamans er hann skrásettur fyri 78 dystir og 5 mál í Betri Deildini. Seinastu umførini hevur hann verið sera eyðsýndur, og hann er helst millum fyrstu nøvnini, sum U21 venjarin, Eli Hentze, setur í uppstillingina til U21 landsdystin móti Finnlandi fríggjadagin kl. 17.00 á Svangaskarði.

KÍ boðar frá, at sáttmálin millum KÍ og Jákup er galdandi fyri kappingarárini 2019 og 2020. Kelda: Nordlysid.fo


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019