Mikkjal er mest vinnandi KÍ venjarin nakrantíð

22. mai 2018
  • Mikkjal Thomassen | Mynd: KÍ

Mikkjal Thomassen er tann einasti venjarin hjá KÍ ið hevur runda teir 100 dystirnar á síðulinjuni.

Mikkjal Thomassen kom til KÍ á vetri í 2015, og er við sínum 57 vunnum dystum, tann KÍ venjarin ið hevur vunnið flest dystir við besta KÍ liðinum.

Metið er dagsdato:
1. Mikkjal Thomasen, vunnið 57 (106 dystir)
2. Jóannes Jakobsen, vunnið 48 (82 dystir)
3. Tony Paris, vunnið 43 (95 dystir)

Met venjarin hevur skrivað undir sáttmála við KÍ til 2020.
Nýggi sáttmálin ger eisini Mikkjal til tann venjaran ið hevur siti longst. 6 kappingarár blívur tað til um hann situr allan sáttmálan út.

Tony Paris hevur metið nú, har hann hevur siti longst við 4½ kappingarár.

Skrivað hevur: Rói Clementsen


Seinastu tíðindi

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru
14.02.2019
Klaksvíkskappingin 2019
13.02.2019
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld
11.02.2019
U11 Dreingir
11.02.2019
U13 Dreingir
11.02.2019