Jonn Johannessen spælt sín fyrsta dyst fyri KÍ.

27. apríl 2018
  • Jonn Johannessen | Mynd: KÍ

Mikudagin 25 apríl spældi Jonn sín fyrsta dyst fyri Betri liðið hjá KÍ.

Jonn Johannessen, ið er 16 ára gamal, hevur vant við Betri liðnum í einar 2 mánaðar. Til dyst er hann fastur maður á 1. deildar liðinum, har hann hevur skorað 2 mál í 4 dystum. Tá ein umráðandi dystur er á skránni, hjálpir Jonn eisini til á U17 liðinum hjá KÍ.

Í práti við Jonn fortelur hann, at tað hevur altíð verið ein stórur dreymur at spælt við Betri liðinum hjá KÍ. Hetta gjørdist veruleiki, tá hann kom inn fyri Boris Dosljak í 83' min. í dystinum mótir Suðringum í steypakappingini.

"Tá eg skuldi inn var eg sera nervøsur, men somuleiðis eisini spentur" fortelur Jonn.

KÍ endaði við at tapa dystin, og fóru tískil út úr kappingini um løgmanssteypið, longu í fyrsta umfarið.

"Líka so keðiligt tað var at tapa, var tað eisini stuttligt at spæla sín fyrsta dyst" fortelur Jonn.

Jonn dámar best at spæla á vinstra vongi, har hann eisini hevur spælt mest. Hann kann eisini spæla á øðrum plássum í álopinum.

Vit hava sett Jonn 3 skjótar spurningar:

Ronaldo ella Messi?
Ronaldo uttan iva!

Hvør vinnur Champions League?
Real Madrid vónandi.

Hvør í hópinum verður mest keddur av tí úrslitinum?
Tað verður nokk Óli Eyðsteinsson Poulsen.

Vit ynskja Jonn bestu eyðnu í KÍ, og sínari leið sum fótbóltsleikari.

Skrivað hevur: Rói Clementsen


Seinastu tíðindi

Fimm KÍ-arar úttiknir til A-landsliðsvenjing
20.10.2018
Ábyrgdarfólk Futsal kappingarárið 2018/2019
20.10.2018
KÌ fegnast um nýggjan áleypara
18.10.2018
KÍ eigur bulin á U21
13.10.2018
Skjøtul settur á nýggjan fótbóltsvøll
08.10.2018