KÍ reyk út úr steypakappingini

26. apríl 2018
  • Páll A. Klettskarð | Mynd: KÍ

Tað bleiv ein stutt steypakapping fyri okkara viðkomandi, tá KÍ tapti fyri Suðringum.

KÍ trekti Suðringar í lutakastinum, um fyrsta dystin í kappingini um løgmanssteypið. Suðringar trekti fyrst, og fingu tískil heimavøll til dystin.

Hópurin fór suður týsdagin, og gjørdu sær ómak í fyrireikingunum til dystin dagin eftir kl 15. Men hóast góðar fyrireikingar, eyðnaðist tað Suðringum at koppa KÍ, við einum 2-1 sigri.

Páll A. Klettskarð legði annars KÍ frammum 1-0 í 10 min. Tað var Jóannes Bjartalíð sum legði innfyri við hornaspark, og Páll var klárur inni í feltinum, har hann fekk høvdi á bóltin.
Men beint áðrenn hálvleik skoraði Salmundur Bech útjavnandi málið til 1-1, sum somuleiðis var eftir hornaspark. Sami maður skeyt aftur sigurs málið í 64 min til 2-1, ið eisini var endaliga úrslitið.

Hettar er fyrsta tapi hjá KÍ liðnum í ár.

Kristian Joensen stóð í mál hendan dystin, har Meinhardt annars hevur staði. Boris Dosljak sum sat á beinkinum seinasta dyst, var aftur við frá byrjan. Annars vóru ongar broytingar í uppstillingini, frá seinasta dysti.

Jákup B. Andreasen fór út fyri Ronni Møller-Iversen í 53 min.
Óli Eyðsteinsson Poulsen fór út fyri Hjalgrím Elttør í 80 min.
Boris Dosljak fór út fyri 16 ára gamla Jonn Johannesen í 83 min. Hetta var fyrsti dysturin Jonn spældi fyri besta liðið hjá KÍ.

Hinir dystirnir í steypakappingini endaðu soleiðis:

B68 - HB 0-4
B71 - Giza Hoyvík 4-0
Undrið - EB/Streymur 0-3
ÍF - B36 0-3
NSÍ - AB 0-1
Skála - 07 Vestur 1-0

Skrivað hevur: Rói Clementsen


Seinastu tíðindi

U21 Landsliðið er úttikið við fýra KÍ leikarum
22.05.2018
Mikkjal er mest vinnandi KÍ venjarin nakrantíð
22.05.2018
Aksel B. Danielsen skjeyt sítt fyrsta mál í Betri Deildini
22.05.2018
Upptakt: AB - KÍ 11 umfar
19.05.2018
KÍ skal út á Argir 2. Hvítusunnudag
18.05.2018