Vinn eina 2018 KÍ blusu

24. apríl 2018
  • Vinn eina 2018 KÍ blusu | Mynd: KÍ

Tá 2500 dáma Facebook síðuna hjá KÍ, draga vit lut millum øll sum hava dáma síðuna.

Klaksvíkar Ítróttarfelag er fari undir eitt átak, har vit framyvir koma at gera meir burturúr sosialu miðlunum. Í tí sambandi er Rói Clementsen settur at taka sær av marknaðarføringini, og uppgávuni at føra KÍ fram í tí nýggju digitalu tíðini.

KÍ er í dag at finna á Facebook, Instagram, Youtube og heimasíðuni her.

Framyvir koma vit at gera nógv burtur úr tá dystur er, bæði á Facebook og Instagram. Á hesum síðum er ein funktión, sum eitur "Story". Har koma vit at leggja stutt filmsbrot og myndir, umframt at leikarar eisini kom at leggja út.

Undirhaldandi tilfar kemur at fylla nógv á sosialu miðlunum. Vit koma at gera filmsbrot við hópinum, har tað bæði verður undirhald, og aðrar samrøður.

Á Facebook síðuni lýsa vit við komandi dystum, uppstilling ein tíma undan dyst, støðuni í hálvleikinum, og tá dysturin er liðugur, málskjúttar so skjótt mál er, o.s.fr.
Í løtuni koyra vit við eini kapping, har vit draga lut millum øll, sum dáma síðuna hjá okkum á Facebook. Vinningurin er ein 2018 KÍ blusa, við prent eftir egnum ynski.

Vit draga lut, tá ið 2500 dáma síðuna.

Finn síðuna við at trýsta HER.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018