við Djúpumýru

Leikvøllurin hjá KÍ verður kallaður við Djúpumýru, og eitur eftir gomlum staðarnavnið har vøllurin liggur. Í løtuni hevur leikvøllurin hevur 524 sitipláss, men hevur mangan havt upp í 2.500 áskoðarar.

Í miðal eru 1.000 áskoðarar til Betri dyst við Djúpumýru.

Í 2018 byrjaði arbeiði við at útbyggja leikvøllin, við einari langsíðu sunnanfyri vøllin. Langsíðan verður bygd uppí KÍ høllina, og kemur at lúka øll altjóða krøv við umklæðingarrúmum, MIX zone o.a. ið krevst av UEFA. Bláa skýlið sum tað verður kalla kemur at hava uml. 300 sitipláss.

Kort