Dopingreglugerð

Anti-doping politikkur fyri Klaksvíkar ítróttarfelag
 
Doping skal skiljast sum nýtsla brúk av rúsevnum ella av einum máta, sum møguliga er heilsuskaðiligur fyri okkara leikarar, við tí fyri eyga at skunda undir teirra avrik á ein óærligan máta. 
 
Hugsjón:
Hugsjónin hjá felagnum er umvegis vitan um fyribyrging heilt at sleppa undan tilburðum av doping.
 
Yvirskipað endamál:
Klaksvíkar Ítróttarfelag vil arbeiða fyri at venjarar, hjálparfólk og leikarar gerast tilvitaðir um at nýtsla av doping er í stríð við siðalæruna hjá felagnum, ítróttini og læknavísindini.
 
Politikkur/meginregla:
Í Klaksvíkar Ítróttarfelag ætla vit at fylgja og gera brúk av bóklinginum “Anti-doping og eg”, sum ÍSF hevur givið út, og listunum yvir loyvdum (og bannaðum evnum), vitanini og politikkinum á økinum. Somuleiðis ætlar felagið at fylgja við á øðrum lógartiltøkum á økinum. Um so er, at ein limur í felagnum brýtur dopingreglugerðina, verður viðkomandi burturvístur frá felagnum í sama tíðarskeiðið sum revsingin, sum tann dopingdømdi verður tillutaður.
 
Mannagongd:
Stig verða tikin umvegis útbúgving, vitan og sosialt virksemi við tí fyri eyga at verja leikarin. Felagið ætlar at syrgja fyri, at leikarin kennir til innihaldið á www.isf.fo um fyribyrging av doping.
 
Mál:
Klaksvíkar Ítróttarfelag skal framhaldandi vera frítt fyri doping.