Barna- og ungdómsdeildin

KÍ hevur eina virkna ungdómsdeild. KÍ bjóðar øllum børnum í Norðoyggjum eitt tilboð um at venja og spæla fótbólt í frítíðini, samstundis sum ungdómsdeildin eisini roynir miðvíst at menna spælarar til bestu mans- og kvinnuliðini í felagnum.

Fleiri enn 300 børn venja tvær ella tríggjar ferðir fótbólt í KÍ hvørja viku frá apríl til september, og harafturat venja fleiri av liðunum eisini um veturin. Umleið 35 venjarar taka sær av ungdómsliðunum hjá KÍ, sum spæla yvir 250 dystir samanlagt í hvørjum kappingarári.

Ovasta leiðsla í Klaksvíkar Ítróttarfelag er nevndin. Í nevndini er ein formaður, ein næstformaður og fýra nevndarlimir, sum hvør sær hava ovastu dagligu leiðslu á ymiskum ábyrgdarøkjum, eitt nú ungdómsfótbólti.

Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt er: Margit G. Joensen.

Nevndin fyri ungdómsdeildina er mannað við: Margit G. Joensen, forkvinna, Petur í Gong, Oddur Olsen, Eyðun Thorgeirsson, Heri Ósá, Gudmundur Danielsen, Jóan Pauli Jacobsen, Hans Jacob Heinesen.

Uppgávubýtið fyri 2017 er soleiðis:

  • Høvuðsungdómsvenjari og dagligur leiðari: Petur í Gong
  • Samskifti við foreldur: Margit G. Joensen
  • Fígging: Hilmar Danielsen, Margit G. Joensen og Hans Jacob Heinesen
  • Kitmanager: Margit G. Joensen
  • Dystarsamskipari: Hans Jacob Heinesen
  • Dómara- og leygardagssamskipari: Eyðun Thorgeirsson
  • Futsalsamskipari: