Felagið

Klaksvíkar Ítróttarfelag varð sett á stovn 24. august 1904 kl. 17.30 sum John Reid Bjartalíð, sáli so væl skrivar í 50 ára minnisritinum: “ nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík.”

Tíðirnar eru broyttar nógv og nú góð 105 ár seinni er høvuðsendamálið at øll kunnu sleppa at íðka ítrótt. Harumframt at tryggja felagnum ein sunnan og góðan fíggjarligan rakstur, har allar inntøkur felagsins fara til tey endamál, tey eru ætlað. Allar lønir og samsýningar skulu ganga gjøgnum skattaskipan landsins, fyri at tryggja at leikarar og leiðarar sýna rætta ítróttarandan, ásannandi at vit øll eiga at verða góðir borgarar í føroyska samfelagnum.

Raksturin av Formuladeild og 1.lið kvinnur er lagt í Sp/f KÍ, sum somuleiðis hevur egna nevnd og stjóra. Eigarar eru umframt felagið - ein blandingur av vinnifyritøkum úr Norðoyggjum. Við hesum er eitt tætt samband knýtt millum tann størsta útreiðslukrevjandi partin av felagnum og vinnulívið.

KÍ – høllin er í dag eitt partafelag, sum hevur eina vælvirkandi og ábyrgdarfulla leiðslu, og í samstarvi við hesa leiðslu er felagið í ferð við at betra um hølisviðurskiftini hjá felagnum.

Tað er við stoltleika at Klaksvíkar Ítróttarfelag staðfestur at øll sum ynskja at spæla fótbólt við KÍ sleppa at spæla við KÍ. Hetta sæst aftur í teimum mongu tilmeldaðu liðunum í øllum aldursbólkum á hvørjum ári.