Tilmeldingardagurin 2017 hjá KÍ

Fríggjadagin 10. mars verður árligi tilmeldingardagurin hjá KÍ. Tilmeldingin kemur at verða í KÍ loftinum, har børn og ung gjalda lima- og leikaragjald.

Tilmeldingardagurin verður frá kl. 16.00 til 18.00.

Kostnaður:
Barn nummar 1 kr. 700,-
Barn nummar 2 kr. 400,-
Barn nummar 3 kr. 100,-

Umframt at gjalda kontant ber eisini til at gjalda við korti (Visa og MasterCard) og flyta á konto 9865 1027705

Vit síggja fram til eitt gott og spennandi kappingarár.

Koyr á KÍ!