Venjing G17, D14, D12 og D8.

Tey byrja:

U17 gentir byrja at venja mánadagin 27/2 kl. 16:00. Venjaratoymið verður Gudmundur Danielsen, Bára Skaale Klakstein og Malena Josephsen. Allir gentir frá árgangunum 2000, 2001 og 2002 eru vælkomnar til venjing.

U14 dreingir eru byrjaðir at venja, og venja teir í løtuni allar dagar kl. 14:30. Venjaratoymið verður Regin Sivertsen, Osvald á Marknagili, Regin Høgnesen, Helgi Johannesen og Julian Gregersen. Allir dreingir í árgangunum 2003 og 2004 eru vælkomnir til venjing.

U12 dreingir byrja at venja týsdagin 28/2 kl. 15:30. Venjaratoymið verður Arnhold Jensen, Mikkjal Petersen og Súni Josephsen. Allir dreingir í árgangunum 2005 og 2006 eru vælkomnir til venjing.

U8 dreingir eru byrjaðir at venja, og venja teir mánadag og mikudag kl. 16:30. Venjaratoymið er Allan Joensen og Eyðun Thorgeirsson. Allir dreingir í árganginum 2009 eru vælkomnir til venjing.