KÌ fyrireikar seg til fótbóltsárið

127428 r 960 620

 

Hóast kappingin endaði í oktober hevur nógv fótbóltsvirksemi verið í vetur. Yngri lið hava luttikið í innadurakappingum innan futsal. Futsal verður spælt í Ítróttarhallum við fimm á hvørjum liðið og høvuðsendmálið er at menna leikarar tekniskt.

Í fótbóltskappingini hjá FSF verða yvir fjøruti KÌ-lið og krevur tað nógvar venjarar. Málið er at hava minst 50 venjarar í ár. Í fjørvár fóru yvir 20 frá KÌ á byrjunarskeiðið B1. Tey flestu hava valt at halda fram við B2, B3, B4 og kunnu taka B-prógv í juni í ár. Hartil eru tríggir KÌ-venjarar ígongd við UEFA-A-skeiðið, sum eisini verður liðugt í summar. Hesir eru Jóan Pauli Jacobsen, Oddur Olsen og Petur í Gong. A-skeiðið er tað hægsta, sum fæst frá FSF og gevur rættindi til at venja og leiða lið í bestu kvinnu- og mansdeildini.

KÍ hevur havt somikið nógvar luttakarar, at skeiðini eftir avtalu við FSF eru hildin í Klaksvík. Síðan Klaksvíkar Kommuna setti hølini í norðara enda í KÌ-Høllini í stand, eru góðar umstøður at halda skeið við øllum sum hoyrir til.

Í november og desember varð eitt B3-skeið avviklað í Djúpumýru yvir 2 vikuskifti og aftur hetta vikuskifti er eitt nýtt B1-skeið í Klaksvík við 13 luttakarum frá KÌ.

Fyrsta, onnur og U18-dreingir eru eins og kvinnurnar farin undir uttanduravenjing. Saman við Effo-liðnum hevur Ungdómsdeildin knýtt ein fysiskan venjara at sær. Tað er Gudmund Danielsen, sum eisini er kendur í Íðka og sum hevur eina hægri útbúgving innan likamliga venjing.

Í næstum verður meir at frætta frá KÌ um uttandura venjing fyri yngru liðini.