Bylgju Cup 2016

Í døgunum 28.-29. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2015 vóru áleið 100 lið við umleið 530 leikarum, sum komu úr øllum landinum.

Eins og hjá FSF, so so eru aldursbólkarnir U6, U8, U10, U12, U14, U16 og U18 og hjá bæði dreingjum og gentum verður spælt í somu árgangum sum komandi kappingarár. Afturat hesum vera kappingar hjá Vaksnum og Sjómonnum eins og undanfarnu ár.

Kappingin umfatar:
U 6 dreingir 4-5 ár (f. 2011-2012)
U 8 dreingir pinkulingar 6-7 ár (f. 2009-10)
U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2007-08)
U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 2005-06)
U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 2003-04)
U 16 dreingir Dreingir 14-15 ár (f. 2001-02)
U 18 dreingir unglingar 16-17 ár (f. 1999-00)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2016 á vøllinum samstundis)
Sjómenn (Mynstraðir umborð í 2016 og hægst ein leikara úr Effodeildini/1.deild seinastu 5 kappingarárini)

Væntandi verður spælt soleiðis:
Mikudagin 28. desember: Sjómenn, U18, U16, U14 og allar gentukappingarnar
Hósdagin 29. desember: Vaksin, U6, U8, U10, U12

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Í 2015 vóru fleiri gentukappingar.

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U16, U18,Sjómenn og vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum er ferðasteyp til vinnandi liðið. Og hjá U18 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. 295401/268335 ella á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 2. jólakvøld mánakvøldið 26. desember kl. 19.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr. Hjá sjómonnum er kostnaðurin 500 kr. pr. lið.