Innbjóðing til leikarfund - 2017

KÌ er komið væl áleiðis við at fyrireika komandi fótbóltsár í vaksnamannadeildini.
Liðini U18, 1.Deild og 2. Deild verða í 2017 skipað undir einum nýggjum 6-manna venjaratoymi. Allir venjarar við drúgvum royndum.
Høvuðsmálið er: Skipaðir karmar, Góðska og Fótbóltsmenning.

Hóskvøldið, 3.november kl.18 verður fundur á Loftinum, inngongd frá Bøgøtu.

Á fundinum verður framløga, har leiðsla og venjarar greiða nærri frá nýggjari ætlan. Framløgan varir í mesta lagi 30 minuttir og vit byrja stundisliga – vælkomin í hølið kl.17.50.

Vit vilja gera alt fyri, at komandi fótbóltsár skal vera tilboð fyri allar teir við bláum blóði sum:
- vilja mennast og røkka enn hægri fótbóltsstøði
- elska fótbólt og samanhald og
- vilja vera ein virkin partur av Klaksvíkar Ítróttarfelag


Vit bjóða tær við til fundin, tí vit meta tú hevur evni og hugburð at mennast enn meir sum fótbóltsspælari.

Vit síggjast!!

Vegna KÌ

Ungdómsdeildin