Barna- og ungdómsdeildin

 

KÍ hevur eina virkna ungdómsdeild. KÍ bjóðar øllum børnum í Norðoyggjum eitt tilboð um at venja og spæla fótbólt í frítíðini, samstundis sum ungdómsdeildin eisini roynir miðvíst at menna spælarar til bestu mans- og kvinnuliðini í felagnum.

Fleiri enn 300 børn venja tvær ella tríggjar ferðir fótbólt í KÍ hvørja viku frá apríl til september, og harafturat venja fleiri av liðunum eisini um veturin. Umleið 35 venjarar taka sær av ungdómsliðunum hjá KÍ, sum spæla yvir 250 dystir samanlagt í hvørjum kappingarári.

Ovasta leiðsla í Klaksvíkar Ítróttarfelag er nevndin. Í nevndini er ein formaður, ein næstformaður og fýra nevndarlimir, sum hvør sær hava ovastu dagligu leiðslu á ymiskum ábyrgdarøkjum, eitt nú ungdómsfótbólti.

Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt er: Petur Martin Hansen.

Nevndin fyri ungdómsdeildina er mannað við: Petur Martin Hansen formaður, Petur í Gong, Jóan Pauli Jacobsen, Eyðun Thorgeirsson, Niels Pauli Danielsen, Heri Ósá, Hans Andrias Olsen, Hans Jacob Heinesen.

Uppgávubýtið fyri 2016 er soleiðis :

  • Høvuðsungdómsvenjari og dagligur leiðari: Petur í Gong
  • Samskifti við foreldur: Petur Martin Hansen
  • Fígging: Hilmar Danielsen, Petur Martin Hansen og Hans Jacob Heinesen
  • Kitmanager: Petur Martin Hansen
  • Dystarsamskipari: Hans Jacob Heinesen
  • Dómara- og leygardagssamskipari: Eyðun Thorgeirsson
  • Futsalsamskipari: Petur í Gong

 

 

Reglur um dystarklæðir hjá ungdómsdeildini, galdandi frá 1. mars 2015

Reglur um ferðing uttanlands hjá liðum hjá ungdómsdeildini, galdandi frá 1. mars. 2015