AVSPÆL
05. mai 2024
Albin Johannessen

Stórsigur á Skála

Endaliga úrslitið gjørdist 14-0 til KÍ

Sum vænta hevði venjarin gjørt onkrar broytingar til dystin í dag. Sanna sat uttanfyri við leikbanni, og gav hetta pláss á miðvøllinum til Elspu. Miðverjan var í dag var manna við Jórun og Vár. Birita var ikki í hópinum.

Tað gjørdist einvegis ferðsla í dystinum. Longu frá fyrsta bríksli setti KÍ seg á dystin og legði Skála  undir stórt trýst. Tað gekk tó ein løta, áðrenn Tóra kundi leggja KÍ á odda 1-0, og tá 20 minuttir vóru leiktir var støðan 3-0 til KÍ. Eftir 3-0 málið steðgaði eitt sindur upp hjá KÍ, liðið hevði bóltin nógv, men neyvleikin manglaði. Við tveimum skjótum málum gjørdist hálvleiksstøðan tó 5-0 til KÍ.

Frá byrjan av í seinna hálvleiki sást, at okkara kvinnur ætlaðu sær meira og vóru meira avgjørdar.  Skála kvinnurnar runnu nú meira aftaná og høvdu tað trupult.

Málini til 6-0 og 7-0 vóru tvey sera vøkur mál. Fyrst sendir Tórun eina langa diagonala avlevering inn í brotsteigin, har Eyðvør hegnisliga temur bóltin og setur bóltin í netið til 6-0. Málið til 7-0 kemur eftir sera vakurt uppspæl, har liðið hevur fleiri skjótar sendingar og rættar renningar og endin er, at Durita kann seta bóltin í netið.

Móti dystarenda var Karla sett á miðvøllin fyri Eyðvør. Karla gjørdi ikki mætari enn at skjóta tvey tey seinastu málini í dystinum. Hetta er samstundis fyrstu málini Karla hevur skotið í bestu deildini.

Alt í alt ein uppiborin sigur til okkara kvinnur. Sigurin kundi verið størri, men skal málverjin hjá Skála hava rós fyri fleiri stórbjargingar.

Málskorarar í dag vóru. Eyðvør 4, Tóra 2, Durita 2, Sólja Ernstsdóttir 2, Karla 2, Lóa 1 og 1 sjálvmál.

Sera hugaligt var, at nógvir KÍ áskoðarar vóru møttir til dystin á Skála í dag, at stuðla okkara kvinnum.

Dagsins leikari gjørdist Eyðvør Klakkstein.

Næsti dystur hjá okkara kvinnum verður leygardagin 11.05, tá okkara kvinnur fara til Hoyvíkar.

Koyr á KÍ