AVSPÆL
04. mai 2024
Albin Johannessen

Upptakt Skála – KÍ

Tað verður toppur móti botni tá okkara kvinnur vitja á Skála í morgin. Dysturin byrjar kl 14.00.

Okkara kvinnur hava fingið eina góða byrjan uppá kappingina. Nú fýra umfør eru leikt, eru 3 sigrar og ein javnleikur komnir í hús. Hesir dystir hava allir verið mótið liðum, sum vilja bjóða okkara kvinnum av í toppinum.

Hjá Skála eru hinvegin bert 1 stig á kontoini. Eftir kappingarárið í fjør, slitnaði samstarvið við EB/Streym. Skála valdi tó at halda fast við lið í bestu kvinnu deildini, hóast fleiri av sundalagskvinnunum valdu annaðhvørt at seta gaggurnar á hyllina, ella flyta til onnur feløg at spæla. Tað er tí eitt óroynt lið við nógvum ungum leikarum, sum tekur ímóti KÍ í morgin.

Fyri KÍ hevur tað týdning at vinna dystin, soleiðis at haldast kann fast við oddastøðuna. Væntast kann tó, at KÍ, sum dysturin líður, fer at lata fleiri av ungu leikarunum fáa spælitíð, soleiðis at aðrir royndir leikarar fáa hvíld.

Á skaða síðuni er óbroytt. Óluva og Maria eru framvegis uttanfyri. Um alt gongur eftir vild, kunnu vit vænta Mariu í dysti aftur skjótt. Onkrir aðrir smáskaðar eru, sum tó ikki darva stórvegis.

Liðskiparin Sanna Svarvardal er leikbannað til dystin móti Skála.

Vónandi møta vit fjølment at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!

 

(Mynd. Norðlýsið)